Tíðindi

27-03-2014: Kunningarskriv frá Lív

Lív hevur givið út kunningarskriv har broytingarnar í tryggingini "Ávísar hættisligar sjúkur" eru lýstar. Í hesum sambandi er eisini nýggur faldari við samlangs og lívstrygging eisini lagdur á heimsíðuna.

pílurles meira her


01-11-2013: Norðurlendska tvískattaavtalan kannast

Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, hevur hitt norðurlendsku starvsbrøður sínar á fundi í Oslo hósdagin 31. oktober. Vertur fyri fundinum var svenski fíggjarmarknaðarráðharrin Peter Norman.

Millum málini á skránni var ynski frá føroyska fíggjarmálaráðharranum um endurskoðan av Norðurlendsku tvískattaavtaluni. 

pílurles meira her


01-11-2013: Tíðindaskriv frá Maskinmeistarafelaginum 31.10.2013

Viðvíkjandi samráðingum um sáttmálar fyri yvirmenn við Strandfaraskipum Landsins

Semingsstovnurin hevur nú boðað frá, at hann gevst við royndunum at fáa semju í lag millum Maskinmeistarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag øðrumegin og Fíggjarmálaráðið hinumegin.

Samráðingarnar eru sostatt slitnaðar og feløgini hava boðað Fíggjarmálaráðnum frá, at farið verður í verkfall.

Verkfallið byrjar um 48 tímar frá kl. 17 í dag at rokna.


03-09-2013: Føroya Handverkarafelag vitjan av Batkartellinum í Danmark

Í døgunum 11. Til og við 14. August hevði Føroya Handverkarafelag vitjan av Batkartellinum í Danmark.

pílurles meira her


27-08-2013: Samkoma hjá S & K felagnum

Samkoma var tann týsdagin tann 27-08-2013 í húsinum hjá S & K felagnum, í samband við at bóklingurin Les & Lær í Føroyum er komin út á fyrsta sinni.

pílurles meira her


12-04-2013: Nes Sóknar Handverkarafelag havt ársaðalfund

Nes Sóknar Handverkarafelag hevði ársaðalfund fríggjadagin 12. apríl klokkan 18:00.
Skráin var eftir lógum felagsins. Møttir vóru 10 limir, so eykaaðalfundur skuldi til, so at fundurin kundi verða viðtøkuførur.

Av tí at Rasmus Magnussen er farin út at sigla, ynskti hann at siga nevndarsessin frá sær, og tískil mátti nýggjur nevndarlimur finnast. Í hansara stað kom Jóhan Petur (Piddi) Frederiksberg. Sum eykalimir vóru Harry Johannesen og Bárður Kjeld valdir.


15-12-2012: Fakfeløgini keypt Lív

Fakfeløgini hava undurskriva ein keypssáttmála við Lív, har fakfeløgini keypa 50% av Lív. Fyri at sáttmálin skal góðkennast, krevst at Tryggingareftirlitið og avvarandi mynduleikar góðkenna hann.

pílurles meira her


10-05-2012: Tíðindaskriv frá fagfeløgunum

Í samband við at fakfeløgini hava sent felags boð um at keypa Føroya Lívstrygging, hava tey sent tíðindaskriv út.

pílurles meira her


09-05-2012: Fakfeløgini bjóða upp á Føroya Lívstrygging

Í dag hava fagfeløgini í felag læti eitt boð inn til Vinnumálaráðið um at keypa Føroya Lívstrygging.

pílurles meira her


05-05-2012: Føroya Handverkarafelag hevur havt aðalfund á Muntra í Fuglafirði

Føroya Handverkarafelag hevur havt aðalfund, har eisini 4 av 7 økisfeløgunum haft aðalfund samstundis.

pílurles meira her


24-04-2012: Nýggj semja við Fíggjarmálaráðið

Semja er í dag gjørd millum Fíggjarmálaráðið øðrumegin og hinumegin Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna.

pílurles meira her

Lønartalva og tann nýggji sáttmálin eru at finna undir "Sáttmálar" á vinstra bjálka.


Eldri tíðini kunnu síggjast her